Skriva út
Lagt út: 17.11.2017

Europeisk gransking á skránni á ESOF 2018 í Toulouse

ESOF – EuroScience Open Forum – verður í Toulouse í Frankaríki í døgunum 9. til 14. juli 2018

ESOF er stórsta, tvørvísindaliga ráðstevnan í Evropa. Ráðstevnan setur á breddan gransking, menning og nýskapan við góðum umstøðum fyri samskifti og kjaki millum granskarar, vinnulív og almenning.

“ESOF is not just another conference: it’s a privileged platform for science policy and a place to present scientific discoveries that change the citizen’s life”, sigur Robert-Jan Smits, stjóri fyri gransking, menning og nýskapan í ES kommissiónini.

6 daga langa skráin fyri ESOF 2018 er fjølbroytt við framsýningum og framløgum um viðkomandi evni innan vísindi og tøkni. Flestu framløgurnar verða á enskum máli.

Av tí at ESOF verður í juli 2018 er eisini hóskandi høvi at kunna um framtíðar karmar fyri gransking, menning og nýskapan í Evropa. Eftir ætlan verður FP9, sum skal taka yvir, tá ið Horizon 2020 endar, sjósett í juni mánaði. Tí verður dentur lagdur á opinleika bæði í skránni hjá ESOF og í framløgunum hjá ES kommissiónini.

Tað ber enn til at bjóða inn við postarum og styttri framløgum.

Les meira um ESOF og boða frá luttøku her