Skriva út
Lagt út: 18.02.2015

EURAXESS heldur fram

EURAXESS verkætlanin, ið Granskingarráðið hevur staðið fyri seinastu tvey árini, er nú komin á mál. Verkætlanin, sum hevði til endamáls at byggja upp eina EURAXESS tænastu í Føroyum, endaði formliga 31. desember 2014.

Stýrið fyri EURAXESS varð á fundi í Granskingarráðnum fríggjadagin kunnað um gongdina í verkætlanini og um tær avbjóðingar, ið nú liggja fyri framman.

Granskingarráðið fekk játtað 900.000 kr. frá ES til EURAXESS-verkætlanina, sum hevur til endamáls at gera tað lættari fyri granskarar at flyta til og úr Føroyum at arbeiða í styttri ella longri tíð.

Granskingarráðið hevur ment ein portal – www.euraxess.fo - við praktiskum upplýsingum til granskarar, sum vilja koma til Føroya ella fara út í heim at granska. Á euraxess.fo er eisini ein starvsportalur við túsundtals granskarastørvum í Evropa, har eisini føroyskir granskingarstovnar kunnu lýsa ókeypis eftir granskarum.

Granskingarráðið hevur eisini givið út handbók og faldarar við praktiskum upplýsingum til granskarar og granskingarstovnar, og skipað hevur verið fyri kunningarátøkum og skeiðum.

Føroyska EURAXESS tænastan er partur av einum netverki við umleið 200 deplum í 40 londum.

Stýrið fyri EURAXESS er væl nøgt við tað arbeiðið, ið er gjørt, og semja er um, at tað er umráðandi, at EURAXESS heldur fram á einum nøktandi stigi, hóast fíggingin úr ES nú er fallin burtur.

Granskingarráðið skal framvegis hava yvirskipaðu ábyrgdina av tænastuni og av at dagføra føroyska EURAXESS portalin. Tænastudeplar skulu framvegis vera á Granskingarráðnum og Fróðskaparsetrinum, ið svara fyrispurningum frá granskarum, og kontaktfólkini á granskingarstovnunum, privatu vinnuni og viðkomandi almennum stovnum halda fram.

Enn er ikki avgjørt, hvussu føroyska EURAXESS tænastan skal fíggjast frameftir. Men Mentamálaráðið og Granskingarráðið hava bundið seg til at halda fram at reka EURAXESS tænastuna í Føroyum, og spurningurin fer at verða tikin upp við Mentamálaráðið í næstu framtíð.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.