Skriva út
Lagt út: 27.03.2008

ESOF2008: Euroscience Open Forum í Barselona

ESOF2008: Eitt einastandandi høvi at hittast fyri vísindafólk, granskarar, politikarar, vinnulívsfólk og fjølmiðlafólk

 

ESOF, ella Euroscience Open Forum, hevur til endamáls at geva granskarum og fólki við tilknýti til granskingarumhvørvini í Europa og úr øllum heiminum møguleika at hittast til orðaskifti og til samskifti.

 

Her verða meginrákini innan gransking í náttúruvísindum, hugvísundum og samfelagsvísindum løgd fram. ESOF er eitt høvi at skifta orð um og at ávirka framtíðar gransking og nýskapan í Europa.


ESOF2008 verður hildin í døgunum 18. - 22. juli.

 

Við at luttaka í ESOF2008 hevur tú møguleika at:

  • fáa innlit í nýggjastu rákini innan gransking, vinnulív, granskingarpolitikk og fígging
  • netverka við leiðandi granskingarfólk úr øllum heiminum
  • kunna um tína gransking og hugskot til fólk úr øllum heiminum
  • luttaka í orðaskifti og kjaki um vísindi og tøkni í Europa
  • hitta og tosa við fjølmiðlafólk úr øllum heiminum
  • menna tína yrkisleið, tínar framtíðar verkætlanir og tíni sambond

 

Les meira um ESOF her.