Skriva út
Lagt út: 28.10.2016

ES-stuðul til nýskapandi framleiðslu úr tara

Ocean Rainforest hevur saman við einum samtaki av europeiskum fyritøkum og granskingarstovnum fingið játtað stuðul til nýskapandi taraaling og framleiðslu av taraúrdráttum. Verkætlanin “MACRO CASCADE” hevur fingið játtað knappar 32 mill. krónur í stuðli frá the Bio-Based Industries Joint Undertaking (BBI JU), sum er stuðulsskrá í Horizon 2020. Føroyski parturin av verkætlanini er uml. 3,2 mill. krónur.

Høvuðsendamálið við verkætlanini er at vísa í verki, hvussu til ber at framleiða taraúrdráttir í eini bioraffineringstilgongd, har fleiri úrdráttir verða framleiddir burturúr sama biomassa.

Burðdygg vinnulig aling av tara er enn ikki gagnnýtt til fulnar í Europa. Miðvíst arbeiði í at gagnnýta sama biomassa til fleiri ymisk endamál kann vera við til at menna vørur til matnað, fóður, heilsufremjandi mat og medisinalvørur. Avlopstilfarið kann gagnnýtast sum tøð og biobrennievni. Hetta er tað, sum verður víst á myndini.

Í verkætlanini fara serfrøðingar í allari taravirðisketuni frá taraaling til vøruframleiðslu at menna bioreinsan á ymsum royndar- og framleiðslustigum í mun til møguleikar, tilfeingisbúskaparliga ávirkan og burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum.

Samtakið hevur 13 partar úr sjey londum í Europa. Hetta eru millum onnur stóru vinnufyritøkurnar Novozymes úr Danmark og Cargill úr Belgia, nýskapandi fyritøkurnar í taraaling Ocean Rainforest úr Føroyum og Hortimare úr Noregi, protein framleiðarin Fermentation Experts úr Danmark. Fleiri granskingarstovnar eru við, t.d. ECN og Wageningen Research úr Hollandi, DTU úr Danmark, Matis úr Íslandi og Lunds Universitet úr Svøríki.

Anne-Belinda Bjerre professari á DTI samskipar MACRO CASCADE. Verkætlanin byrjaði 1. oktober 2016 og varir í 4 ár.

Meira kunning um verkætlanina fæst við at venda sær til Anne-Belinda Bjerre á anbj@teknologisk.dk ella Ólavur Gregersen á olavur@oceanrainforest.com

Les um Ocean Rainforest her