Skriva út
Lagt út: 26.04.2022

ES stuðlar ukrainskum granskarum við fleiri átøkum

ES hevur sett í verk eina røð av átøkum fyri at stuðla ukrainskum granskarum.

Granskarar úr Ukraina kunnu søkja um stuðul frá Horizon Europe granskingarskránni, hóast Ukraina enn ikki hevur fingið avtalu um atlimaskap í ES granskingarskránni.

ES hevur heitt á móttakarar av stuðli frá Horizon granskingarskráum um at taka serlig atlit til granskarar úr Ukraina, tá størv verða sett í sambandi við Horizon verkætlanir.

Ætlanir eru eisini um at veita granskarum, ið eru flýddur úr Ukraina, stuðul, so teir kunnu halda fram við gransking sínari í ES-limalondum og londum, ið eru atknýtt Horizon granskingarskráum.

Fleiri lond í Europa hava sjálvi tikið stig til at veita ukrainskum granskarum stuðul. Nógv universitet hava fingið heimasíður við kunning um stuðul, størv og samstarvsmøguleikar fyri ukrainskar granskarar. Eisini granskingarráð og vísindasamtøk í fleiri londum hava sett í verk átøk fyri at stuðla granskarum, ið noyðast at flýggja úr Ukraina.

Ein nýggjur portalur - ERA4Ukraine – er skipaður undir EURAXESS netverkinum, sum hevur alla kunning á einum staði um stuðul til granskarar úr Ukraina, ið ES, limalond og atknýtt lond veita. Har er kunning um millum annað átøk sum ScienceforUkraine, sum hevur til endamáls at savna og breiða út upplýsingar um stuðulsmøguleikar á universitetum í Europa fyri lesandi og granskarar á granskingarstovnum í Ukraina.  

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.