Skriva út
Lagt út: 22.06.2010

ES gransking skapir meirvirði

- ES granskingarsavmstarvið er sera týdningarmikið fyri Norra, og verður enn meira týdningarmikið komandi árini, sigur Tora Aasland, granskingarráðharri í Norra, við tíðindaportalin hjá norska granskingarráðnum.

- Tað er týdningarmikið fyri okkum, at vit eisini í framtíðini til fulnar gagnnýta teir møguleikar, sum rammuskráin gevur. Góð norsk luttøka í granskingarskráunum hjá ES hevur høgan prioritet í okkara altjóða granskingarpolitikki, sigur Aasland.

Hon vísir í hesum sambandi á eina meting, sum var gjørd av norsku luttøkuni í rammuskánni, sum vísir at virkin luttøka í rammuskránni gevur nógv positivt ígjøgnum netverk, dygdargóða gransking, menning av nýggjari tøkni og nýskapandi loysnum.

Norska stjórnin arbeiðir miðvíst við at økja um norska luttøku í ES granskingini tey næstu árini.

- Vit arbeiða við at styrkja sambandi millum nationalu granskingar- og menningarskipanirnar og virksemið í rammuskránni, og vit mugu tryggja okkum at luttakararnir fáa eina góða tænastu bæði í umsóknarfasuni og í at fremja verkætlanirnar.

Eitt av tiltøkunum sum arbeitt verður við, er at geva umsøkjarum møguleika at fáa fíggjarligan styrk í umsóknararbeiðinum, sum veruliga byrjar nú síðst í juli, tá tey flestu útboðini verða almannakunngjørd. Umsóknarfreistin verður í flestu førum í heyst og í vetur (oktober – januar).

Fylg við teimum nýggjastu útboðunum her

Kelda: forskningsradet.no