Skriva út
Lagt út: 22.09.2023

ES fíggjar ph.d. verkætlan um fiskaheilsu á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Ein játtan frá Marie Sklodowska-Curie skipanini hjá ES gevur Heilsufrøðiligu Starvsstovuni møguleika at gera týðandi kanningar á smoltstøðum, ið annars ikki høvdu verið gjørdar.

Dhiraj Krishna úr India er fyrsti ph.d. lesandi, ið er settur í starv á einum føroyskum granskingarstovni við fígging frá ES. Hann hevur seinastu mánaðirnar ferðast runt til føroyskar smoltstøðir og sett upp tól, ið taka luftroyndir. Endamálið er at kanna, hví sjúkur koma inn á smoltstøðirnar, hóast tær eru innilokaðar, og vatnið verður sóttreinsað og endurnýtt.

Flytførisskipanin í Horizon Europe, ið nevnist Marie Sklodowska-Curie Actions, rindar løn og rakstrarútreiðslur til ph.d. verkætlanina hjá unga manninum, sum er komin til Føroya at útbúgva seg til granskara.

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum og fyri føroysku alivinnuna at kunna fáa lut í hesi skipanini. Hetta er nakað, ið vit hava ynskt okkum at kunna gjørt, men ongantíð hava havt orku til, sigur Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Ph.d. verkætlanin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er partur av einum evropeiskum granskingarsamtaki, ið nevnist RASOPTA.

- RASOPTA snýr seg um at endurvinna vatn í alivinnuni, og tað gera vit í stóran mun í Føroyum. Vit hava fiskin leingi á landi í smoltstøðum fyri at verja hann sum longst móti lús, og tað krevur nógv vatn. Í Føroyum hava vit ikki altíð nóg nógv vatn, og tí mugu vit endurnýta vatnið, greiðir Debes H. Christiansen frá.

RASOPTA fevnir um 12 ph.d. verkætlanir, ið allar á ymiskan hátt snúgva seg um at endurvinna vatn á alistøðum. Verkætlanin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skal greina vandan fyri at fáa ymiskar sjúkur inn á smoltstøðirnar.

- Tað eru millum annað smittandi sjúkur á smoltstøðunum, sum geva felli og sjúku, ið fær fiskin at mistrívast, so vøksturin gongur seinni. Við hesum kanningunum royna vit at fáa greiði á, hvussu sjúkur eru komnar inn á smoltstøðirnar, og hvussu tær hava rótfest seg har.

- Í dag eru smoltstøðirnar innilokaðar, men fyrr vóru smoltini í opnum kørum uttandura, og kanska hava fleiri av smittunum longu rótfest seg tá og so yvirlivað í skipanini við endurnýtta vatninum. Men smittan kann eisini vera luftborin, og tað er serliga tað, ið Dhiraj nú kannar við at seta upp tól ymsa staðni á smoltstøðum, ið taka luftroyndir. Við at savna og kanna luftbitlar ber til at staðfesta, um ávísar smittur liggja og sirkulera í luftini, greiðir Debes H. Christiansen frá.

Les grein í Vísindavøkublaðnum um ES verkætlanina á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni her.

Vísindavøkublaðið 2023 sæst her.