Skriva út
Lagt út: 05.11.2010

ERC/IDEAS: nýtt útboð


Kommissiónin hevur júst almannakunngjørt eitt útboð innan serskránna IDEAS í Sjeyndu Rammuskránni. Talan er um Advanced Investigation Grant.

Tríggjar umsóknarfreistir eru, alt eftir hvat vísindaligt økið søkt verður innan:

1. Physical Sciences & Engineering: 9. februar 2011
2. Life Sciences: 10. mars 2011
3. Social Sciences & Humanities: 6. apríl 2011


Endamálið við Advanced Investigation Grant er stuðla Principal Investigators (høvuðsgranskara), ið longu hevur etablerað seg sum óheftan granskaraleiðara.

Í metingini av høvuðssgranskaranum verður serliga hugt eftir um viðkomandi uppfyllir hesi krøvini:

  • Granskarin skal vera etableraður og hava framt einastandandi íkast til granskingina bæði í mun til orginalitet og týdning.

  • Granskarin skal kunna vísa á eina røð av framúrskarandi og týdningarmiklum granskingarúrslitum tey seinastu tíggju árini.

Roknað veður við at umleið 300 umsóknir fáa stuðul við einum samlaðum fíggjarkarmi uppá € 661 mió. Vanliga verða upp til € 2, 5 mió. lætnar til umsøkjara, tó í einstøkum førum upp til € 3, 5 mió.

Meira fæst at vita um útboðið, vegleiðingar og arbeiðsætlanina her