Skriva út
Lagt út: 18.11.2011

ERC fígging til granskingaleiðarar

Kommissiónin hevur júst almannakunngjørt trý nýggj útboð innan IDEAS skipanina, tey sonevndu Advanced Grants. Útboðið er ætlað royndum granskingarleiðarum. Útboðið fevnir um hesi øki:

1. Biovísindi
2. Alisfrøði og verkfrøði
3. Samfelagsvísindi og humaniora

Felag fyri útboðini er, at tey fíggja sonevndum ‘Principal Investigators’ sum longu hava etablerað seg sum óheftir granskarar. Fyri at meta um granskarin røkkur krøvunum verður serliga hugt eftir hesum:

Granskarin skal hava etablerað seg og kunna vísa á framúrskarandi íkast til granskingina, bæði hvat viðvíkur orginalitet og týdningi.

Granskarin skal kunna vísa á eina røð av framúrskarandi og týdningarmiklum granskingarúrslitum seinastu tíggju árini.

ES letur upp til € 2,5 mio. Í serligum førum tó upp til € 3,5 mio, og fevnir styrkurin um eitt fimm ára skeið.

Umsóknarfreistir:

1. Biovísindi: 14. marts 2012 kl. 17
2. Alisfrøði og verkfrøði: 16. februar 2012 kl. 17.
3. Samfelagsvísindi og humaniora: 11. april 2012 kl. 17.

Tak arbeiðsætlanina (IDEAS Work Programme 2012) niður her