Skriva út
Lagt út: 22.08.2016

Enn er trygdin á sjónum ikki nóg góð

Í farnu viku skipaðu Annbjørg á Høvdanum og manningarfeløgini fyri ráðstevnuni Trygd á sjónum. Hetta var í sambandi við Sjómannadagarnar í Klaksvík.

Her var nógv ymiskt tilfar lagt fram um støðuna í Føroyum og í grannalondum okkara, bæði um søguligu gongdina og støðuna í dag.

Annbjørg á Høvdanum staðfesti í framløguni av kanning, sum hon hevur gjørt, at talið av óhappum og vanlukkum er minkað munandi, men at tað er nógv eftir, sum kann gerast betri. Her er talan um átøk av ymsum slag, bæði í mun til lóggávu, endurnýggjan av fiskiflotanum og um hugburð, kunning og upplæring. Hon endaði framløguna við at vísa ein stuttan kunningarfilm og legði fram tríggjar faldarar, sum eru gjørdir til ymsar skipabólkar. Eisini vísti hon ein stuttan kunningarfilm, sum sæst her

Niðanfyri er tilfarið, sum varð lagt fram á ráðstevnuni.

Annbjørg á Høvdanum vegna manningarfeløgini les her

Ragnar Ludvig leiðari á Sjónámi les her

Jørgen Møller Christiansen, seniorgranskari, Center for Maritim Sundhed og Samfund, Syddansk Universitet, Danmark les her

Ingunn M. Holmen, seniorgranskari, SINTEF Fiskeri og havbruk, Norra les her

Hilmar Snorrason, skipari og skúlastjóri á Maritime Safety and Survival Training Centre ICE-SAR, Ísland les her

Umframt hetta greiddi Grímur Hammer fyrrverandi sjómaður frá, hvussu hann vegna arbeiðsskaða er vorðin avlamin. Hann hugleiddi um hugburð til trygd og um hvussu tað ítøkiliga hevði kunnað verið betra um arbeiðsumstøður umborð.

Høgni Hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum segði frá tankum og ætlanum hjá Landsstýrinum á økinum. M.a. er ætlanin at kalla umboð fyri avvarðandi partar saman í september at tosa um, hvørji átøk mugu og kunnu gerast fyri at betra um trygdina á sjónum.

Nógv fólk var á ráðstevnuni, sum var í hølunum hjá Sjónámi.

Tilfarið, sum Annbjørg á Høvdanum legði fram, er úrslit av verkætlan, sum lutvíst er fíggjað av høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum. Les meira her