Elsa F. Helmsdal vart ph.d. um hugburð til grind sum mat
Fríggjadagin 29. mai vardi Elsa F. Helmsdal ph.d.-ritgerð sína, har hon hevur kannað, hví grind framvegis verður etin í Føroyum, hóast heilsuligir váðar eru væl prógvaðir.
Tað var ein áhugaverd verja, sum var í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Elsa byrjaði framløgu sína við grindadrápinum í vikuni og um grind í søguligum og matmentanaðarligum høpi. Síðani legði hon fram arbeiði sítt, sum er skipað í tríggjar kanningarpartar við vísindaligum greinum.
Fyrsti partur er um, hvussu føroyskir miðlar hava umrøtt dálking í grindahvali og síðani 1970’ini.
Annar partur er um kanning millum luttakarar í fyrstu føroysku burðarkohortunu á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, har mammu og børn fødd í 1986/87 hava verið kannað millum annað fyri dálkingarevni frá kosti, serliga grind. Har varð hugt at, hvørt tað er samanhangur millum metingina av mentanarliga týdninginum av grind og hvussu ofta grind verður etin.
Triðji partur er um, hvussu ofta føroyingar eta grind, um føroyingar hava hoyrt um dálking og tilmæli, mentanarliga týdningin av grindahvalinum, og hvørjir samfelagsligir og demografiskir faktorar eru knýttir at, hvussu ofta fólk eta grind.
Andmælingarnir, sum báðar eru úr Kanada, løgdu dent á, at talan er um eina sera væl skrivaða ritgerð, og tær róstu eisini framløguni hjá Elsu.
Í samrøðuni millum andmælingarnar og Elsu varð millum annað kjakast um spurningar í spurnarblaðnum, um hvussu kostráð verða givin og miðlað, hvussu tey verða móttikin og hvørja ávirkan tey hava á hugburð og kostvanar. Eisini varð spurt um orsøkirnar til áhugan fyri evninum, um hvussu bakgrundin hjá granskaranum sjálvum, í hesum førinum Elsu, ávirkar sjónarhornið í arbeiðinum.
Marin Strøm, forfólk í metingarnevndini, tók samanum eftir stuttan fund í nevndini, og kunngjørdi, at Elsa hevði staðið bæði ritgerð og munnliga verju.
Elsa F. Helmsdal hevur verið starvssett á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum og innskrivað til ph.d.lestur á Fróðskaparsetrinum.
Maria Skaalum Petersen, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum og leiðari fyri Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum, hevur verið høvuðsvegleiðari.
Jesper Bo Nielsen, professari á SDU, hevur verið hjávegleiðari.
Í metingarnevndini vóru:
Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, forfólk
Kelly Skinner, lektari á University of Waterloo, Kanada
Cindy Jardine, professari á University of The Fraser Valley, Kanada
Ritgerðin kallast: “At the intersection of risk and culture - Environmental contaminants in pilot whales and the implications for a culturally significant food tradition” og er tøk á Pure-vanganum hjá Elsu her.
Mynd: Elsa F. Helmsdal saman við vegleiðarum og metingarnevnd. (c) gransking.fo
Samandráttur
Grindadráp hevur í fleiri øldir havt ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum og er tætt knýtt at felags søgu, mentanarligum samleika og siðvenju. Samstundis hevur dálking í havinum havt við sær, at skaðilig evni savnast í grindahvali, og í fleiri áratíggju hava heilsumyndugleikar givið tilmæli, ið mæla til at minka um ella heilt at gevast við at eta grindahval.
Hendan ph.d.-ritgerð fevnir um tríggjar samanhangandi greinar, ið saman kanna, hví grind framvegis verður etin í Føroyum, hóast heilsuligir váðar eru væl prógvaðir.
Fyrsta kanningin greinar, hvussu føroyskir miðlar hava umrøtt dálking í grindahvali síðani 1970’ini. Við at kanna bløð, útvarp og sjónvarp gevur kanningin innlit í, hvussu hetta evnið hevur verið miðlað til almenningin tey síðstu 40 árini. Úrslitini vísa millum annað, at heilsuligir váðar hava verið týðiliga miðlaðir í nógv ár, men at miðlaáhugin fyri evninum er minkaður seinnu árini.
Onnur kanningin snýr seg um eina føroyska burðarkohortu, sum hevur verið fylgd síðani føðing, sum partur av eini langtíðar heilsukanning. Luttakararnir hava verið kannaðir í fleiri tíðarskeiðum av lívinum og hava fingið kunning um teirra persónligu úrslit í kanningini, sum ger tey til ein serliga væl kunnaðan bólk viðvíkjandi heilsuligum váðum við at eta grind. Kortini halda nógv í hesum bólki fram at eta grind, serliga tey, sum leggja stóran mentanarligan týdning í grindahvalin.
Triðja kanningin kannar, hvussu ofta føroyingar eta grind, um føroyingar hava hoyrt um dálking og tilmæli, mentanarliga týdningin av grindahvalinum, og hvørjir samfelagsligir og demografiskir faktorar eru knýttir at, hvussu ofta fólk eta grind. Kanningin vísir, at ymiskt er, hvussu ofta fólk eta grind og at hetta er ávirkað av faktorum sum aldri, kyni, bústaði og mentanarligum hugburði viðvikjandi grindahvalinum.
Samanumtikið vísir ph.d.-ritgerðin, at avgerðir um at eta grind ikki bara kunnu skiljast sum úrslit av vantandi vitan ella kunnleika. Heldur snýr tað seg um eitt samanspæl millum váðafatan, mentanarlig virði og onnur viðurskifti, ið tilsamans avgera, um fólk eta grind.
Úrslitini leggja dent á týdningin av at skilja mentan og onnur viðurskifti, tá ið kunnað verður um heilsuligar váðar, serliga í samfeløgum, har siðbundnar veiðu og matmentanir framvegis hava stóran týdning.
