Skriva út
Lagt út: 12.01.2015

Ellivu nýggir ph.d.arar í 2014

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava elivu føroyingar lokið ph.d. ella annað doktaraprógv í 2014. Seks av hesum verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum.


28. februar 2014 vardi Janna E. Hansen doktararitgerð sína við Aarhus Universitet. Heitið á ritgerðini er: “Religion og religiøsiet på Færøerne i det 21. århundrede: Betwixt and Between”. Les meira her

9. mai 2014 vardi Heðin Jacobsen doktararitgerð sína við Universitetet i Oslo. Heitið á ritgerðini er: “Laparoscopic Roux-en-Y Gastric Bypass - Improving treatment with Fast-Track methodology”. Les meira her

17. juni 2014 vardi Jan Rasmussen doktararitgerð sína við Københavns Universitet. Verjan var a Landssjúkrahúsinum Heitið á ritgerðini er: “Primary Carnitine Deficiency in the Faroe Islands - an epidemiological and clinical study”. Les meira her

30. juni 2014 vardi Tóra Petersen doktararitgerð sína við Syddansk Universitet. Heitið á ritgerðini er: “Traumatisation in children and adolescents: A broad perspective”. Les meira her

15. august 2014 vardi Hilmar Simonsen doktararitgerð sína við Fróðskaparsetur Føroya. Heitið á ritgerðini er: “Acquisition, processing and geologic interpretation of reflection seismic data from high- and low-resolution surveys in the Faroe Islands”. Les meira her

21. august 2014 vardi Uni Kárason Petersen doktararitgerð sína við Fróðskaparsetur Føroya. Heitið á ritgerðini er: “Propagation and scattering of reflection seismic waves in a basalt succession”. Les meira her

Í september 2014 varð doktararitgerðin hjá Jens Christian Svabo Justinussen góðkend á Cambridge University. Hon varð vard á heysti 2013 Heitið á ritgerðini er: “Sustainable Management - a Question of Time”. Les meira her

12. september 2014 vardi Agnes Mols Mortensen doktararitgerð sína við University of New Hampshire. Heitið á ritgerðini er: “The foliose Bangiales (Rhodophyta) in the northern part of the North Atlantic and the relationship with the North Pacific foliose Bangiales - diversity, distribution, phylogeny and phylogeography”. Les meira her
 
26. september 2014 vardi Kim Steve Bergkvist doktararitgerð sína við Ålborg Universitet. Heitið á ritgerðini er: “Gene expression profiling of normal B-cell subsets - Technical procedures and performance”. Les meira her

16. desember 2014 vardi Rói Hammershaimb Christiansen doktararitgerð sína við Biologisk Institut á Københavns Universitet. Heitið á ritgerðini er: ”Phage-host interactions in Flavobacterium psychrophilum and the potential for phage therapy in aquaculture.” Les meira her

18. desember 2014 vardi Harriet Hammer doktararitgerð sína við Department of Drug Design and Pharmacology á Københavns Universitet. Heitið á ritgerðini er: "Allosteric modulation of GABAA Receptors". Les meira her

GG: Greinin er dagførd 22. januar við tveimum fólkum.


Ph.d. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í Heilagrunninum
Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin. Her eru gott 350 fólk skrásett í løtuni. Av hesum eru umleið 60 skrásett sum ph.d. lesandi, góður helmingurin av teimum arbeiðir burturav ella fyri stóran part í Føroyum.

Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo