Skriva út
Lagt út: 10.12.2016

Elin Djurhuus Samuelsen vart ph.d. á KU

Fríggjadagin 9. desember vardi Elin Djurhuus Samuelsen ph.d.ritgerð sína á Institut for Plante- og Miljøvidenskab á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: "Bioaugmentation of flow-through sand filters. A study of cell surface properties, adóhesion and catabolic gene expression dynamics during phenoxy acid herbicide degradation."

Elin D. Samuelsen hevur arbeitt á GEUS við verkætlanini og verið innskrivað á Institut for Plante- og Miljøvidenskab á Københavns Universitet.

Vegleiðarar hava verið Jens Aamund, GEUS, Ole Nybroe, KU, Nora Badawi, GEUS, og Sebastian R. Sørensen, GEUS.

Verjan gekk væl. Fyrst legði Elin D. Samuelsen fram í 45 min. Síðani varð hon spurd um arbeiðið í næstan 2 tímar. Ummælini frá opponentunum vóru góð og niðurstøðan varð eisini greið, at lata Elini D. Samuelsen ph.d.heitið.

Í metingarnevndini vóru
Kirsten Jörgensen, Seniorgranskari, Finnish Env. Ins. SYKE, Finland
Martin Romantschuk, professari, University of Helsinki, Finland
Peter Stougaard, lektari, PLEN, Købehavns Universitet, formaður

Samandráttur av verkætlaninin sæst her

Elin D. Samuelsen er nýliga byrjað í starvi á Fiskaaling.

Les meira í Heilagrunninum