Skriva út
Lagt út: 02.11.2009

Elektroniskar sjúklingaskráir broyta mannagongdir


Tá læknar, sjúkrasystrar og jarðarmøður skriva á teldu heldur enn á pappír, er tað ikki einans ein tøknilig broyting. Tað er eisini ein broyting, sum ávirkar arbeiðsgongd og sambondini millum starvsfólkini á deildunum. Tað skrivar videnskab.dk

Tað sigur, Anna-Britt Krog, sum í fleiri ár hevur granskað í avleiðingum av elektroniskum sjúklingskáum á trimum deildum á Universitetssjúkrahúsinum í Odense. Heldur enn at hyggja eftir rationaliserings ella læknaligum fyrimunum hevur hon hugt eftir teimum elektronisku sjúklingaskráunum sum ein samskiftismiðil.

Fyrr høvdu læknar og sjúkrasystrar sína egnu sjúklingaskrá, men við nýggju skipanini eru allar viðmerkingar nú knýttar at somu skipan og harvið eisini tøkar fyri allar fakbólkar. Sambært Annu-Britt Krog, er tað týðiligt, at ymisku bólkarnir hava ymiskar hættir at samskifta uppá: læknarnir eru upptiknir av um sjúklingurin er frískur ella sjúkur; sjúkrarøktarfrøðingar fokusera uppá um sjúklingurin hevur tørv á røkt ella ei.

“Fleiri av læknunum, ið eg havi tosað við, siga, at tað kann hava stóran týdning fyri viðgerðina av sjúklingunum, at teir við elektronisku sjúklingaskráini kunnu lesa hvat sjúkrarøktarfrøðingarnir hava skrivað, tí tað gevur betur grundarlag fyri at veita eina viðgerð. Fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar merkir atgongdin til viðmerkingarnar hjá læknunum, at teir ikki hava tørv á at skriva av frá skráunum hjá læknunum í teirra egnu skrá. Hendan tíðin kann sostatt brúkast til at lýsa sjálva sjúkrarøktina. Úrslitið er ofta ein gagnlig samráðingartilgongd millum fákbólkarnar, sigur Anna-Britt Krog, sum júst hevur vart Ph.D. ritgerð innan hetta økið.

Tann elektroniska sjúklingaskráin hevur stigvíst verðið innførd á universitetssjúkrahúsinum í Odense tey seinastu fýra árini. Hetta hevur ført við sær, at ymiskar uppgávur eru fluttar millum fákbólkar, uttan at nakar tilvitað hevur tikið avgerð um tað. Eitt nú hava sosial- og sunnheitshjálpararnir á ávísum deildum í Odense tikið á seg arbeiði við sjúklingum, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir fyrr gjørdu, av tí at tær hava fingið meir umsitingarligt arbeiði framman fyri telduskíggjan.

“Tøkni og praksis ávirka hvørt annað, og tí er neyðugt at ansað verður eftir teimum fyriskipanarligu broytingunum á teimum einstøku deildunum, tá nýggj tøkni verður tikin í nýtslu. Men tað hevur man drálað við, helst av tí at tað í sær sjálvum er eitt stórt og trupult arbeiði”, sigur Anna-Britt Krog, við videnskab.dk.

Siðbundnar mannagongdir eru kollveltar. Eitt nú hava tær royndu sjúkrasystrarnar vanliga ráðgivið starvsfeløgunum, men nú kenna fleiri á sær, at tær ikki hava sama týdning, tí tær ongar kt-royndir hava; yngru sjúkrasystrarnar verða harafturímóti nú spurdar til ráðs.

www.videnskab.dk