Skriva út
Lagt út: 19.01.2013

Eitt sindur av skitti er sunt

Tað er gamalt at taka til í Føroyum, at eingin er deyður av lorti. Hetta passar ikki, tí nógv fólk doyggja á hvørjum ári av fylgisjúkum orsakað av “lorti” í víðari merking. Hinvegin er tað heldur ikki so, at alt noyðist at vera reint og sterilt, fyri at fólk skulu hava tað gott og vera frísk.
 
Í eini grein á Videnskab.dk verður í vikuni tikið saman um spurningin um reinføri og heilsu úr einum granskingarsjónarhorni. Tað eru meira enn 20 ár síðani, at granskarin David Strachan setti fram eina nýggja hypotesu. Hann vísti á, at børn í størru familjum hava færri astma tilburðir enn børn í familjum við einum barni. Niðurstøða hansara var, at børn sum verða fyri fleiri bakterium frá systkjum fyrstu árini, fáa eina betri menta immunverju enn annars. Hetta var byrjanin til reinførsihypotesuna.

Hetta var um somu tíð, sum fleiri fólk byrjaðu at fáa ovurviðkvæmi. Tað bar til at staðfesta at hesin vøksturin ikki var javnur, men mentist ymiskt, alt eftir hvar fólk búgva og hvussu familjurnar eru samansettur.

Hanne Frøkjær er professari á Institut for Veterinær Sygdomsbiologi á Københavns Universitet. Hon greiðir frá, hvussu komið er fram til, at samband er millum baktariunøgdir og hvussu ovurviðkvæmi mennist. Hon vísir á, at vit í dag eru nógv reinligari enn fyri, tá vit ikki vóru eins ofta í bað, og tað vóru fleiri bakteriur í drekkivatni og vesum enn nú.

Sama mynstur sæst í Føroyum
Í Føroyum arbeiðir Marita Debes Magnussen við spurninginum um mótstøðuføri í eini ph.d.verkætlan. Vit spurdu hana, um sama mynd kann finnast í Føroyum.

Marita Debes Magnussen svaraði: “Tað verður ofta sagt ”beskidte børn er glade børn” tað vísur seg, at har er nakað av sannleika í tí.”

Eg havi kannað antibiotika mótstøðuføri hjá føroyingum síðan 2009 og í tí sambandi hava tveir sjúkrarøktarfrøðingar, Elna Krosstein og Sunneva Petersen, verið úti á 31 dagstovnum kring Føroyar. Fyri at eg kundi kanna um føroysk børn vóru berara av bakteriuni Streptokokkus pneumonia, sum ofta er atvoldin til millumoyrna bruna hjá smábørnum, hava tær báðar tikið 600 nasaroyndir frá børnum í aldrinum 1/2 til 7 ár.

Her vísa kanningar seg, at børn á dagstovnum sum eru brúkarar av náttúruni, vóru meira frísk og talið av berarum av Streptokokkus pneumonia var munandi lægri á hesum dagstovnum.
Tað vísir seg eisini, at dagstovnar sum ikki høvdu so strangan sjúkupolitik, sum til dømis, børn sum høvdu eygna bruna fingu loyvi at koma á dagstovn, høvdu eisini frískari børn og lægri tal av berarunum. Møguliga sigur hetta okkum, at tey børn, sum verða útsett fyri teimum vanligu barnasjúkum og bakterium, og tey børn, sum sleppa at rokast nógv úti í náttúruni, vísa seg at hava eina betri immunverju.”

Greinin um reinførishypotesuna kann lesast á Videnskab.dk

Les um Maritu Debes Magnussen í Heilagrunninum

Mynd: Leif Láadal