Skriva út
Lagt út: 01.04.2022

Eitt norðurlendskt undantak? Nýggj grein um religión í Føroyum

Heini í Skorini, Herit Albinus og Hans Andrias Sølvará hava skrivað nýggja vísindaliga grein um religión í Føroyum samanborið við onnur norðurlond. Greinin er javnlíkamett og prentað í danska vísindaliga tíðarritinum Økonomi og Politik, sum júst hevur givið út serútgávu um religión og politikk.

Høvundarnir starvast øll á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og við støði í komparativum hugburðskanningum um trúgv og lívsáskoðan viðger greinin, í hvønn mun Føroyar eru eitt undantak samanborið við onnur norðurlond. Kanningarnar geva ábendingar um, at Føroyar eru eitt undantak, tí føroysku úrslitini eru munandi øðrvísi samanborið við úrslitini í Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finlandi. Spurningarnir í kanningini snúgva seg m.a. um, hvønn týdning átrúni hevur í lívinum hjá menniskjum og hvussu nógv siga seg trúgva uppá ein Gud ella eitt lív eftir deyðan. Úrslitini eru eisini býtt á ymsar bakgrundsvariablar, t.d. aldur, kyn, bústað og hugsjónarliga sannføring, og teoretiska útgangsstøðið byggir á sekulariseringsteori og kritikkin av hesi teori.

Granskingarráðið hevur fíggjað føroysku kanningina, og greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman data. Kanningin er statistiskt umboðandi í mun til kyn, aldur, bústað o.s.fr. Umframt kvantitativu úrslitini snýr greinin seg eisini um føroyska trúarsøgu og hvørji søgulig viðurskifti hava myndað átrúnaðarliga landslagið í Føroyum. Greinin viðger m.a., hví vekingarrørslurnar, sum fingu fótafesti í Føroyum tíðliga í 1900-talinum, ikki megnaðu at festa røtur í Íslandi. Sostatt er talan um eina tvørvísindaliga útgávu, sum umfatar bæði hagtøl, religiónssosiologi og søgu.

Greinin er opin og kann lesast her

Yvirlit yvir alla serútgávuna um religión og politikk er her

Samandráttur av greinini

”Færøernes står midt i en værdipolitisk kulturkamp, hvor gamle normer bliver udfordret af nye krav og værdier – ofte med de homoseksuelles rettigheder som omdrejningspunkt. Denne kulturkamp handler i høj grad om kristendommens rolle og funktion i færøsk politik, kultur og samfund. Ved hjælp af kvantitative, komparative undersøgelser om folkelige holdninger til religion dokumenterer denne artikel, at Færøerne er en undtagelse i Norden. I lyset af både sekulariseringsparadigmet og dets kritikere undersøger artiklen, hvilke socio-demografiske faktorer der kan forklare religiøs vitalitet, og hvilke specifikke historiske processer der kan tænkes at have banet vejen for de protestantiske vækkelsesbevægelsers opblomstring. Det viser sig, at en periode i begyndelsen
af det 20. århundrede er helt afgørende for at forstå Færøerne som en nordisk undtagelse og de polariserende kulturkampe, som kendetegner færøsk værdipolitik den dag i dag.”