Ein verkætlan fingið stuðul til at granska uttanríkis-, verju- og trygdarmál
Faknevndin fyri skránna um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk - FASDiNA - hevur gjørt av at játta 3. mió. kr. til eina post.doc.verkætlan á Fróðskaparsetrinum.
Hetta er aðru ferð, at stuðul er latin til granskingarverkætlanir frá granskingarskránni í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum.
Verkætlanin, sum hevur fingið játtað stuðul í hesum umfarinum, er:
Sivil verja og váðaplanlegging í Grønlandi og Føroyum
Rógvi Olavson, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við Ilisimatisarfik, Roskilde Universitet og Tænketanken Digital Infrastruktur
Játtan: 3.000.000 kr.
Granskingarskráin í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum er játtað av Fólkatinginum og fyrisitin av Granskingarráðnum.
Yvirskipaða endamálið við granskingarskránni er at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økinum.
Áður hevur faknevndin játtað stuðul til tvær granskingarverkætlanir og seks greiningarrit
