Skriva út
Lagt út: 01.08.2011

Ein rødd frá fortíðini

Granskarar hava vakt lív í aftur elstu innspældu røddina frá eini talandi dukku, ið er framleidd í 1888 í USA.

”… twinkle little star, how I wonder what you are” sigur ein spinkul kvinnurødd handan tætt regn av skróði.

Ljóðupptøkan er gjørd í 1888 og skuldi hon setast inn í eina talandi dukku. Maðurin, ið framleiddi so framkomna og fína leiku, er eingin annar enn víðagitni uppfinnarin Thomas Edison.

Men framleiðslan av talandi dukkuni gekk ikki sum uppfinnarin hevði ætlað. Upptøkan av barnarímuni bleiv liggjandi, og fyrst nú hava granskararar verið førir fyri at vekja lív í aftur røddina frá fortíðini.

Modell av ljóðupptøknuni
Innspælingin er spæld inn í ein gamlan ring av tini. Innspælingin varð funnin í skriviborðinum hjá skrivaranum hjá Thomas Edison, og skrásett av umsjónarfólkunum hjá National Park Service í 1967.

Sylindarin er við tíðini boygdur úr sínum upprunaliga sirkulskapi, og tað hevur ikki verið møguligt at spælt ljóðini av á vanligan hátt.

Men nú hava granskararnir Carl Haber og Earl Cornell frá Lawrence Berkeley National Laboratory nýtt nýframleiddan trídimensionalan ljóðskannara til at finna gamla ljóðið, ið er varðveitt í strukturininum á uttaru síðuni av metallinum.

Granskararnir hav arætt og slætt endurskapt eitt talgilt modell av yvirflatuni av ringinum og brúkt nútíðar myndagreining til at endurskapa røddina. Alt uttan fyrsta stavilsi í barnarímuni er komið við.

Tú kanst hoyra ljóupptøkuna á hesi heimasíðuni: http://www.nps.gov/edis/photosmultimedia/talking-doll-record-hear-the-recording.htm

Men hvussu kunnu granskararnir vita nær kvinnurøddin er spæld inn á hetta bleyta metalli?

Rannsóknarskjøl og blaðgreinar
Tað er søgufrøðingurin Patric Feaster frá Indiana University, við hjálp frá fonografgranskarinum René Rondeau, ið eru komnir fram til árið 1888. Og ikki einans hetta. Granskararnir halda eisini, at ringurin er framleiddur einaferð um heysti ella veturin.

Patric Feaster hevur hugt at gomlum skjølum fyri at finna hvønn staklut um dukkuna hjá Thomas Edison. Tað var útgangstøðið at royna at gera eina sølubara framleiðslu av fonografinum, ið var upprunin til grammofonina, ið var ein av uppfinningunum hjá Thomas Edison sjálvum.

Gomul rannsóknarskjøl og blaðgreinar vísa at fyrstu modellini av dukkuni vóru framleidd millum september og desember í 1888. Sermerkt fyri hesar fyrru útgávurnar er nýtslan av tjúkkum tini í ljóðringinum, stendur at lesa á netsíðuni hjá National Park Service.


Eydnaðist ongantíð væl
Ein blaðgrein í New York Evening Sun frá november 1888 sigur frá, at Thomas Edison var liðugur við dukkuna, sum nú kundi framleiðast í stórum mongdum.

Eftirsum at eingin hevði uppfunnið tøkni til at avrita ljóðupptøkur, so setti Thomas Edison tvær kvinnur í starv til at innlesa rímuna inn á ljóðupptakara umaftur og umaftur. Á hendan hátt kundi hann framleiða fleiri ljóðringar til allar dukkurnar, ið skuldu framleiðast.

Men dukkurnar við tinbandinum komu ongantíð á marknaðin. Í staðin gjørdi Thomas Edison eitt modell við ljóðupptøkuni í voks, sum hann royndi at marknaðarføra í apríl í 1890. Dukkurnar blivu ongantíð nøkur væleyndað framleiðsla, tí tær brotnaðu alt ov lætt.

Tað skeivtslitna bandi av tini er tað einasta, ið er eftur av fyrstu talandi dukkuni, ið Thomas Edison gjørdi. Og nú gamla tøknin hevur fingið hjálp frá nútíðarútgerð, tosar talandi dukkan hjá Thomas Edison aftur, 123 ár eftir røddin var innspæld.

Kelda: forskning.nowww.forskning.no