Skriva út
Lagt út: 06.10.2023

Ein miðspjaddur statur, ið ikki veit, at hann er tað

Hóast yvirtøkulógin ásetir, at Føroya landsstýri og danska stjórnin eru tveir javnlíkir partar, eru tað danskir myndugleikar og donsk lóg, ið eru ráðandi. Hugtakið "ríkismyndugleikar" er í roynd og veru ikki til, tí danskir myndugleikar eru myndugleikar bæði fyri Danmark og fyri Danska Ríkið.

Tað er ein av niðurstøðunum í eini grein í tíðarritinum Nordic Journal of International Law hjá Jose M. Lorenzo Villaverde, ph.d. í løgfrøði og granskara á Syddansk Universitet. Hann hevur saman við Bárði Larsen, lektara og útbúgvingarleiðara í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, fingið stuðul frá Granskingarráðnum til at granska skipan av lóg og institutiónum í Føroyum í sambandi við yvirtøkur innan ríkisfelagsskapin.

Heitið á greinini er "Danski Ríkisfelagsskapurin - ein miðspjaddur statur, ið ikki heilt er varugur við, at hann er tað".

Í greinini verður eisini spurnartekin sett við skipanina fyri at loysa ósemjur um málsræði, sum Jose M. Lorenzo Villaverde ikki metir vera virkisføra og kann elva til mismun og óvissu.

Eisini verður ført fram, at tvípartaðir sáttmálar sum heimastýrislógin og yvirtøkulógin ikki eru hóskandi fyri ein miðspjaddan stat við trimum ríkispørtum.

Atgongd til greinina um Ríkisfelagsskapin í Nordic Journal of International Law fæst her.