d30912617982c54774c04a549dcabfbb.jpg
Skriva út
Lagt út: 31.08.2010

Ein gongutúrur um dagin fyribyrgir krabba


Á hvørjum ári kundu umleið 10.000 bretar sloppið undan bróst- og tarmkrabba, um teir rørdu seg meira; serliga um teir gingu fleiri gongutúrar, sigur World Cancer Research Fund, sambært The Guardian.

Tíðindini, sum verða endurgivin á videnskab.dk, siga annars, at við bert 45 minuttum lættari rørslu um dagin, vildu 5500 kvinnur sloppið undan bróst krabba. 4600 færri tilburður vildu verið av tarmkrabba.

-Sera góð prógv eru fyri, at likamligt virksemi er týðandi fyri at fyribyrgja krabba, sigur Dr. Rachel Thomsen, varaleiðari á World Cancer Research Fund.

Hon sigur víðari, at sannlíkindini fyri at fáa krabba minka munandi við smáum broytingum og at, um fólk gera gongutúrar til ein part av gerandisdegnum, við eitt nú at ganga til handils, heldur enn at taka bilin ella bussin, so er hetta ein góð ílega í mun til heilsuna.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum