Skriva út
Lagt út: 21.02.2020

Efeingi: Leita eftir greinum á einum stað

Efeingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og útbúgvingar- og granskingarstovnar í Føroyum um at veita hesum stovnum atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum. Samstarvið um efeingi verður eisini kallað FRIS - Faroe Research Information Service.

Um tú brúkar TDNet/ OVID Discovery sum leitiamboð, ber til at leita í vísindaligum tíðarritum frá øllum veitarunum, í senn. Hetta eru tíðarrit frá Canadian Science Publishing, EBSCO, Elsevier, Oxford, Springer, Taylor&Francis, Wiley, v.fl.

Um tú ert á Landsbókasavninum ella á einum av teimum stovnunum sum eru við í FRIS, fært tú fulla atgongd til greinar í tíðarritum, sum Landsbókasavnið og FRIS hava keypt atgongd til fyri 2020. Royn her