Skriva út
Lagt út: 02.05.2008

E-tilfeingi. Vísindaligt tilfar á internetinum

Skeið um E-tilfeingi

Landsbókasavnið skipar fyri skeiði um E-tilfeingi mikudagin 11. juni klokkan 13. til 15. Skeiðið er fyri granskarar, ið fáa granskingarstuðul frá Granskingarráðnum. Ynskir tú at luttaka á hesum skeiði, send ein t-post til arndal@flb.fo. Skeiðið er ókeypis.

E-tilfeingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og aðrar vísindaligar stovnar um atgongd til elektróniskar vísindatænastur á alnetinum. Øll, sum fáa granskingarstuðul frá Granskingarráðnum, kunnu fáa atgongd til hesar vísindatænastur umvegis E-tilfeingi.  Les meira um fjaratgongd á http://www.flb.fo/etilfeingi/index.htm.

Ynskir tú meira at vita um E-tilfeingi, ber til at senda t-post til arndal@flb.fo, t.e. Arnbjørn Dalsgarð, bókavørður á Landsbókasavninum.