Skriva út
Lagt út: 01.10.2012

Dorete Bloch heiðrað fyri framúr góða almenna miðling

Á kvøldsetu á Vísindavøkuni varð avdúkað, at heiðurslønin fyri framúr góða almenna miðling av gransking 2012 verður latin Dorete Bloch professara í djóralívfrøði. Saman við hreiðursbrævinum fylgdi ein kekkur uppá kr. 5.000.

Granskingarráðið gjørdi fyrr í ár av at brúka høvið á Vísindavøkuni at heiðra eitt fólk, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit. Ein, ið, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum.

Almenn og skipað miðling av granskingarúrslitum er sera týdningarmikil fyri okkara fatan av gransking og av nyttuni, sum granskingin hevur fyri okkara gerandisdag.

Í starvi teirra verða granskarar mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga. Hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin. Tí er eisini neyðugt at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Tað er ikki altíð lætt, tá evnini ofta eru bæði umfatandi og torskild. Tað skulu tí serligir førleikar til at miðla alment.

Granskingarráðið heitti á fólk um at senda ráðnum uppskot við grundgevingum. Tá freistin var úti, vóru komin 11 ymisk uppskot um fólk, sum kundu verið heiðrað fyri síni evni og avrik við almennari miðling av gransking. Summi fólk vóru í uppskoti fleiri ferðir. Talan var bæði um professionellar granskarar og con amore-granskarar.

Ein dómsnevnd varð sett at taka sær av at velja, hvør skuldi heiðrast í ár. Hon var sett saman av einum umboði fyri Føroysk Miðlafólk, einum umboði fyri Fróðskaparsetrið og einum fyri Granskingarráðið. Hesi vóru Anna Ellingsgaard, Malan Marnersdóttir og Annika Sølvará. Dómsnevndin var samd um, at fleiri av teimum í uppskoti høvdu uppiborið at verið heiðrað.

Dómsnevndin kom at enda fram til, at í ár vilja vit heiðra einum granskara fyri eitt langt og áhaldandi arbeiði at miðla gransking hjá sær sjálvum og øðrum.

Hetta segði dómsnevndin:
“Dómsnevndin letur miðlaheiðurslønina 2012 fyri serliga góða almenna miðling av gransking til Dorete Bloch.

Við sínum óhátíðarliga lyndi og kveikjandi eldhuga hevur Dorete Bloch víst eini serlig evni til at byggja brýr millum okkara gerandislív og gransking á høgum stigi.

Í orðsins sanna týdningi hevur Dorete Bloch bustað støvið av granskingini, latið seg í gummistylvar og húgvu fyri at vera á staðnum við sínum livandi frásagnum um alt frá grindahvalum og skordjórum til haru- og plantulív.

Við fangandi framferð hevur Dorete Bloch rokkið hvørjum króki í landinum og ikki minst kveikt áhugan hjá okkum øllum fyri føroyskari gransking í øllum sínum fjølbroytni.

Og hetta er alt samstundis sum hon eisini hevur miðlað sína gransking vísindaliga, verið ritstjóri á tíðarritunum Fróðskaparrit, verið stovnsleiðari og luttikið í fleiri altjóða nevndum fyri Føroyar.

Fyri alt hetta eigur Dorete Bloch at fáa ársins viðurkenning fyri at miðla gransking .”

Les um Dorete Bloch í Heilagrunninum

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.