Skriva út
Lagt út: 19.02.2009

Donsk frágreiðing: vegurin til størri luttøku í FP7

Hóast danskarar standa set betur enn onnur umsøkjaralond í sjeyndu rammuskránni (FP7), eru fleiri øki har størri donsk luttøka er ynskilig. Frágreiðing greinar støðuna og vísir vegin frameftir.

Forsknings- og Innovationsstyrelsen hevur útgivið eina nýggja frágreiðing, ið greinar donsku luttøkuna í FP7, við støði í spurninginum: innan hvørji øki kunnu danskir granskarabólkar og fyritøkur økja teirra luttøku í rammuskránni. Frágreiðingin hyggur serliga eftir økjunum: matvøra, landbúnaður, fiskarí og bioteknologi (KBBE), kunningar – og samskiftistøkni (IKT) og samfelagsvísindi og hugvísindi (SSH).

Tak frágreiðingina niður her