Skriva út
Lagt út: 07.01.2019

Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking hevur framløgur um heilsugransking

Hósdagin 10. januar kl. 15.00 skipar Depilin Heilsu- og Almannagransking fyri granskingarseinnaparti í Sjóvinnuhúsinum, har føroysk heilsugransking verður løgd fram í stuttum framløgum.

Talan er um 20 heilt stuttar framløgur um verkætlanir, sum á onkran hátt eru knýttar at deplinum. Framløgurnar vera á enskum. Sí skránna her

Um Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking

Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu undirskrivaðu í 2014 samstarvsavtalur. Avtalurnar hava millum annað til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.

Tá Sjúkrakassaskipanin varð avtikin, varð avlopspeningur settur í grunn, nevndur Sjúkrakassagrunnurin, ið hevur til endamáls at menna heilsuøkið í Føroyum.

Sum partur av samstarvinum millum omanfyrinevndu stovnar varð Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking settur á stovn í 2016 m.a. grundað á avtalu við Sjúkrakassagrunnin um fíggjarligum stuðul uppá 7 mió kr til gransking og hægri útbúgving innan heilsuøkið.

Verulig ferð er nú komin á heilsugransking í Føroyum og í 2018 komu ímillum 70-80 vísindaligar greinar út í altjóða tíðarritum frá teimum trimum stovnunum, sum mynda Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking.

Magni Mohr er leiðari í Deplinum og í stýrinum sita Kasper Kyhl (LS), Maria Skaalum Petersen (FF/DfAA), Pál Weihe (DfAA) og Sigurð í Jákupsstovu (FF).