Skriva út
Lagt út: 10.07.2011

Dennis Holm vísindaliga grein í MAST

“Fishermen’s risk perception in four european countries” er heitið á vísindaligari grein, sum Dennis Holm á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, Ingi Runar Edvardsson (University of Akureyri, Ísland), Diana Tingley (Offshore Environmental Solutions Limited, UK), Alexis J. Conides (Hellenic Centre for Marine Research, Grikkaland) og Ben Drakeford (CEMARE, University of Portsmouth, UK) hava skrivað. Greinin er givin út í Maritime Studies, MAST, 2011, vol. 10, No. 1.

Greinin er grundað á eina kanning millum fiskimenn í Føroyum, Íslandi, Grikkalandi og Stóra Bretlandi í 2008. Í greinini verður samanborið hvussu fiskimenn í teimum fýra londunum meta váðan hjá fiskivinnuna. Høvuðsniðurstøðurnar í kanningini eru m.a. at fiskimenn sum heild meta politisk og umsitingarlig viðurskifti verða ein váða fyri fiskivinnuna. Umframt at uttanhýsis økonomiskir faktorar (t.d. hækkandi oljuprísir) og ávirkanina sum fiskiskapur hevur á umhvørvið eisini verða mettir at verða týðandi váðar hjá fiskivinnuni.

Úrslitini í kanningini benda á, at ein ávísur munur er á í hvønn mun fiskimenn í ymisku londunum meta ovurfisking, minking í fiskastovnunum og oyðilegging av havumhvørvum verða ein váða fyri fiskivinnuna. Fiskimenn, sum virka undir fiskidagaskipanum meta hesi viðurskifti verða ein váða fyri fiskivinnuna, meðan hetta at kalla ikki verður nevnt sum ein váði av fiskimonnum, sum fiska undir kvotaskipanum.

Greinin er skrivað út frá úrslitunum av kanningum, sum vóru gjørdar í PRONE-verkætlanin, sum varð fíggjað av FP6 rammuskránni hjá ES.

Um Maritime Studies
Maritime Studies (MAST) er eitt altjóða vísindaligt tíðarrit innan tað maritima økið. MAST er eitt samfelagsvísindaligt tíðarrit ætlað vísindafólki, sum granska í maritimum viðurskiftum. MAST verður útgivið av Centre for Maritime Researc (MARE) í Amsterdam í Hollandi.

Les um Dennis Holm í Heilagrunninum