Donsk Strategiætlan
Skriva út
Lagt út: 24.10.2025

Danska stjórnin ger íløgur fyri 19 mia. kr. í gransking og nýskapan

Danska stjórnin hevur lagt fram eina strategiska ætlan fyri gransking og nýskapan næstu fýra árini. Ætlanin er at gera íløgur fyri útivið 19 mia. kr. til gransking og nýskapan frá 2026 til 2029. 

Stjórnin metir, at spenta støðan í heiminum og stóru avbjóðingarnar á millum annað umhvørvis- og heilsuøkinum gera tað alneyðugt at styrkja gransking og nýskapan, ið eru avgerandi fyri at skilja og finna nýggjar loysnir á trupulleikunum. 

Danmark er millum tey lond í heiminum, ið gera mestu íløgurnar í gransking og nýskapan, og stóru privatu og almennu íløgurnar hava verið við til at styrkja vinnulívið og fleiri týðandi granskingarøkir. Kortini heldur stjórnin, at tørvur er á at styrkja íløgutilgongdina fyri bæði at finna loysnir á átrokandi trupulleikum og at skapa grundarlag fyri nýggjum vísindaligum frambrotum í framtíðini.

Stjórnin fer nú at samráðast við flokkarnar á fólkatingi um at fáa eina langtíðar politiska avtalu, sum byggir á nýggju strategisku ætlanina fyri gransking og nýskapan.  

Endamálið við at fáa eina politiska avtalu um gransking og nýskapan, ið setir strategisku kósina fyri týðandi partar av granskingingar- og nýskapanarøkinum næstu fýra árini, er at skapa treystleika og samanhang og geva granskingarstovnum og vinnulívi betri møguleikar at leggja arbeiðið til rættis og fáa teir bestu granskararnar.

Av teimum tilsamans 18,8 mia. kr., ið danska stjórnin ætlar at játta til gransking og nýskapan næstu fýra árini, skulu 15 mia. kr. nýtast til langtíðar strategiskar íløgur í gransking og nýskapan innan nýggja tøkni og verju, grønt umskifti og heilsu. Aðrar 3,8 mia. kr. skulu játtast til frælsa gransking og nýskapan. 

Strategiska ætlanin hjá donsku stjórnini fyri gransking og nýskapan 2026-2029 sæst her