Skriva út
Lagt út: 14.01.2009

Danska granskingarráðið lýsir eftir umsóknum

Danska granskingarráðið, Det Frie Forskningsråd, lýsir eftir umsóknum um fígging til granskingarverkætlanir. Í 2009 verða tilsamans 1,3 milliardir krónur veittar í stuðli, og fyrsta umsóknarumfarið er í vár, við tíðarfreist 2. mars 2009. 

Tað fría granskingarráðið í Danmark fevnir um 5 faklig granskingarráð. Hesi eru: Granskingarráðið fyri Heilsu og Sjúku; Granskingarráðið fyri Náttúru og Univers; Granskingarráðið fyri Mentan og Samskifti; Granskingarráðið fyri Tøkni og Framleiðslu og Granskingarráðið fyri Samfelag og Vinnu.

Les meira um danska granskingarráðið her.  

Kunning um stuðulsmøguleikar, treytir o.a. fyri hvørt øki sær finnur tú her.