Skriva út
Lagt út: 22.04.2010

Danmarkshistorien.dk heiðrað við ársins granskingarmiðlanarprísi

Vegna granskaraliðið, sum hevur ábyrgd av  Danmarkshistorien.dk, tóku Søren Hein Rasmussen lektari og Anne Sørensen verkætlanarleiðari í dag ímóti miðlanarvirðislønini hjá danska Vísindamálaráðnum, Forskningskommunikationsprisen 2010.

Danmarkshistorien.dk fær prísin fyri at vera slóðbrótandi innan granskingarmiðling á internetinum, har allir møguleikar á internetinum verða gagnnýttir til fulnar.  Tilfarið á  Danmarkshistorien.dk er skrivað ella ritstjórnað av granskarum og miðlar nýggjastu granskingina. Tað er tí talan um eina verkætlan, sum bæði miðlar á ein nýggjan hátt og samstundis er fakliga dygg.

Tað var Mary Krúnprinsessa, sum handaði prísin í sambandi við setanina av Forskningens Døgn ’10 tann 22. apríl 2010 á Tycho Brahe Planetarium í København. Vísindamálaráðharrin  Charlotte Sahl-Madsen var eisini til staðar í sambandi við handanina.

Les meira um heiðurslønina og handanina her

Í Føroyum eiga vit eina síðu, sum hevur nakað av tilfari um Føroya Søgu, hon eitur. www.history.fo Síðan verður støðugt útbygd.