Skriva út
Lagt út: 27.04.2011

Danmark røkkur “Barcelona-málsetninginum”

Eitt ár fyri tíð røkkur Danmark “Barcelona-málsetninginum” um, at Danmark skal gera íløgur innan gransking og menning við í minsta lagi trimum prosentum av bruttotjóðarframleiðsluni. Danmark er fyrsta EU-landið, ið røkkur “Barcelona-málsetninginum”.

I 2009 gjørdi Danmark íløgur innan almenna og privata gransking og menning fyri 3,09 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni. Tað er meira enn í 2008, tá Danmark framdi íløgur innan gransking og menning fyri 2,80 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni. Tað vísa nýggjastu tølini frá Danmarks Statistik.

Danmark er tað fyrsta EU-landið, sum er farið frá ikki at uppfylla krøvini til “Barcelona-málsetningin” og til at uppfylla krøvini til málsetningin. Svøríki og Finnland hava frá byrjan uppfylt krøvini til Barcelona-málsetningin” frá 2002.

Les alla greinina her: Ministeriet for Videnskab Teknologi og Udvikling