Skriva út
Lagt út: 19.08.2015

Dálkingarevnir verða førd frá mammu til barn við bróstageving

Pál Weihe hevur saman við øðrum granskarum skrivað grein sum almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum Environmental Science and Technology um móðurmjólk og perfluoreraði evnir ella PFCir, sum tey eisini vera rópt. PFCir eru dálkingarevni, sum eru manngjørd evni og eru nú spjadd um allan heim, bæði innandura og í heimshøvunum. Innandura vera tey m.a. brúkt til at verja teppir og møblar móti skitti. Tey vera eisini brúkt í pappíri, sum verður brúkt at pakka mat inn í. Regnklæði eru ofta viðgjørd við hesum evnum. Í Føroyum hava granskararnir funnið mongdir av hesum evnum í fólki, sum eru á leið tær somu, sum tey finna í øðrum framkomnum londum.

Kanningin er framd á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í samstarvi við Syddansk Universitet, Keypmannahavnar Universitet og Harvard University. Granskararnir finna, at mongdin av fluorevnum í smábørnum veksur við millum 20-30% fyri hvønn mánað, tey hava fingið bróstamjólk sum einasta mat. Kanningin er grundað á børn, sum vórðu fødd í Føroyum millum 1997 og 2000. Tey vóru 656 í tali, og granskararnir hava fylgt teimum við kanningum fleiri ferðir síðani, tey vórðu fødd.

Henda kanning finnur eitt týðiligt samband millum, hvussu leingi barnið hevur fingið bróstamjólk og mongdina av hesum evnum í blóðinum hjá barninum. Tað er álvarsamt, tí hesi evnir hava negativ árin á heilsuna m.a. á immunverjuna hjá børnum. Granskararnir á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava áður í teirra kanningum víst, at hesi evni hava eitt serstakligt tálmandi árin á immunskipanina hjá børnum.

Granskararnir siga, at bróstageving hevur nógv heilsugott við sær fyri barnið og mammuna við. Tí er tað hugstoytandi, at slík evni nú dálka mjólkina og at tey við bróstageving vera flutt úr mammuni yvir í barnið. Væntandi fer henda kanning at verða partur av tí grundarlagi, sum tilmælið um bróstageving fer at byggja á í framtíðini.

Greinin kallast “Breastfeeding as an Exposure Pathway for Perfluorinated Alkylates” og samandráttur kann lesast her

Høvundarnir eru Ulla B. Mogensen, Philippe Grandjean, Flemming Nielsen, Pál Weihe og Esben Budtz-Jørgensen.