Skriva út
Lagt út: 05.08.2008

Dálkaður matur møgulig orsøk til Parkinsons


Granskingarúrslit hjá Mariu Skaalum Petersen og øðrum, sum júst eru prentað í tíðarritinum Neurotoxicology, benda á, at ein orsøk til nógvu tilburðirnar av Parkinsons sjúkuni í Føroyum er kosturin vit eta, serliga tvøst og spik.

Í grein á Videnskab.dk er samrøða vi Pál Weihe, sum greiðir frá kanningum, sum eru gjørdar á Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu.

Greinarnar hjá Mariu Skaalum Peresen og øðrum eru at finna á:

Impact of dietary exposure to food contaminants on the risk of Parkinson's disease
NeuroToxicology, Volume 29, Issue 4, July 2008, Pages 584-590

Increased prenatal exposure to methylmercury does not affect the risk of Parkinson's disease
NeuroToxicology, Volume 29, Issue 4, July 2008, Pages 591-595

Úrslitini í greinnunum stava frá Ph.D.verkætlanini Gen-miljø interaktion: PCB- og kviksølv-eksponering, P450 enzymer og Parkinsons sygdom på Færøerne,  sum Maria Skaalum Petersen leggur seinastu hond á í løtuni. Arbeiðið verður væntandi latið inn til verju tíðliga i heyst.