Skriva út
Lagt út: 19.09.2022

Dagførd skrá fyri framløgur á Vísindavøkuni

Vísindavøkan 2022 byrjar fríggjamorgunin 23. september kl. 8.15.

Tað verða 19 framløgur frá kl. 8.20 til kl. 14.40.

Nakrar broytingar eru í skránni:

Framløgurnar hjá Mariu Skaalum Petersen og Magna Mohr eru býttar um, so Magni Mohr hevur framløguna Hví møðast vit av kropsligum arbeiði? Paradigmuskifti í 100 ár er flutt til kl. 13.20. meðan Maria Skaalum Petersen heldur sína framløgu, COVID-19 og andevni yvir tíð, kl. 9.20.

Framløgan hjá Evu Kjæld Hansen um Fruktbæri á føroyskum seyði - ein rannsókn eftir arvaligum fruktbæris-frávikum/villum er flutt fram til kl. 9.40.

Framløgan hjá Karin Jóhonnu L. Knudsen við heitinum At klára seg sjálva - Føroyskar konur seta orð á, hvat eyðkennir flyting hjá føroyskum konum millum Føroyar og Danmark er avlýst vegna forfall.

Øll eru vælkomin í Løkshøll til framløgurnar. Til ber eisini at fylgja við á netinum.

Skráin og leinki til stroyming sæst her