Skriva út
Lagt út: 19.12.2019

Dagførd krøv til umsóknir um stuðul til gransking

Granskingarráðið hevur dagført umsóknarblaðið til stuðul til gransking. Eisini eru krøvini til fylgiskjøl tillagað og broytt.

Endamálið er at gera arbeiðið lættari hjá umsøkjarunum og at fáa enn greiðari upplýsingar til granskingarnevndin at meta um í viðgerðini.

Í oyðublaðnum er tað serliga parturin um fíggjarætlan, sum er gjørdur einfaldari. Harafturat eru granskingarøkini nú býtt í fýra heldur enn seks, sum áður: Hugvísindi, samfelagsvísindi, náttúruvísindi og tøkni, og heilsuvísindi.

Størsta broytingin er í krøvunum til verkætlanarlýsingina og onnur fylgiskjøl. Summir partar eru tiknir úr verkætlanarlýsingini og skulu leggjast við sum sjálvstøðug skjøl og mesta longd er ásett fyri fleiri partar. Síðulongd er ásett til í mesta lagi 450 orð.

Nøkur krøv skulu haldast

Í fjør varð avgerð tikin um, at allar umsóknir skulu vera á enskum. Hóast hetta, so komu nakrar fáar umsóknir í vár, sum vóru skrivaðar á donskum. Hetta varð góðtikið, tí broytta kravið varð kunngjørt seint á heysti 2018. Til freistina 15. februar 2020 verða bert umsóknir skrivaðar á enskum góðtiknar.

Onnur krøv, sum hava verið galdandi í fleiri á eru:

- Tað eru stovnar ella virkir, sum kunnu søkja, saman við eini verkætlanarleiðara. Einstaklingar kunnu ikki søkja. Umsóknir skulu vera undirskrivaðar av stovns-/virkisleiðara og verkætlanarleiðara.

- Umsóknir skulu skrivast á oyðublaðið til endamálið.

- Ein røð av fylgiskjølum skulu vera við – tað ber ikki til at senda tilhoyrandi skjøl inn seinni.

- Skjalprógv um játtaða viðfígging skulu leggjast við.

- Umsóknin skal vera latin inn við telduposti í einum samlaðum pdf skjali áðrenn kl. 12 tann 15. februar.

Nøkur skjøl eru ikki longur kravd

Tað er ikki longur neyðugt at senda avrit av prógvum við umsóknini. Í staðin ger Granskingarráðið stakroyndir, um tað er ivi um upplýsingar á CV’num

Tað er heldur ikki neyðugt hjá stovninum ella virkinum at leggja við eitt viðmæli í sambandi við verkætlanina.

Tilfarið samlað á eini síðu

Alt tilfar í sambandi við umsóknir um stuðul til gransking finst her. 

Á undirsíðum er frágreiðing um, hvussu umsóknir verða mettar og hvat hendir, um tú fært játtaðan stuðul. Eisini er ein síða við ofta spurdum spurningum. Umsøkjarar eru altíð vælkomnir at venda sær til Granskingarráðið við spurningum í sambandi við umsóknir.

Næsta umsóknarfreistin er 15. februar 2020, kl. 12.