Skriva út
Lagt út: 06.02.2024

COST - norðurlendskur kunningarfundur

Tann 23. apríl á middegi føroyska tíð verður norðurlendskur kunningarfundur um COST.

Kunningarfundurin er málrættaður teimum, sum ynskja at luttaka nýggjum COST Actions, sum verða sjósett í mai og juni mánaði. Føroyar eru í bólkinum COST Near Neighbour Country og føroyskir luttakarar kunnu verða við í øllum virknum COST Actions.

Kunningarfundurin fer eisini at snúgva seg um COST Open Call. Her eru tað COST lond, sum taka stig til umsóknina. Um føroyskur luttakari ynskir at verða við í umsókn til COST Open Call, ber til at gera hetta saman við luttakara úr COST landi, t.d. einum av hinum norðurlondunum.

Tiltakið er fyri granskarar og nýskaparar á øllum stigum á yrkisleiðini og á øllum granskingarøkjum. Tiltakið er serliga málrættað ungum granskarum.

Á fundinum verður greitt frá, hvussu søkt verður um luttøku, um leiklutin og nyttuna av COST skránni og hvat ein luttakari kann fáa burturúr luttøkuni.

Føroyska COST umboðið er í Granskingarráðnum. Spurningar um tiltakið ella luttøkuna í COST Action kunnu sendast til: maria@gransking.fo

Fundurin verður á zoom pallinum týsdagin 23. apríl kl. 12 føroyska tíð. Fundurin verður á enskum.

Boðað frá luttøku áðrenn 22. apríl. Leinki til tilmelding er her

Les tíðindi um kunningarfundin her