COST
Skriva út
Lagt út: 12.05.2026

COST – kunningarfundur

Tann 12. mai kl. 12.30–14.00 verður norðurlendskur kunningarfundur um COST.

Vertir eru COST umboð úr Noregi, Svøríki, Danmark, Finlandi, Íslandi og Føroyum.

Hetta er aðru ferð at COST umboðini í Norðurlondunum í felag skipa fyri talgildum kunningarfundi um ymsu møguleikarnar fyri luttøku í COST Actions. Fundurin fer serliga at snúgva seg um luttøku í eini COST Action og tí ikki so nógv um umsóknartilgongdina. Eisini verða frásagnir frá COST-luttakarum, umframt at tíð er sett av til spurningar. Luttakarar eru vælkomin at senda Granskingarráðnum uppskot um evni, sum tey ynskja at fáa umrødd.

Føroyar luttaka í COST sum Near Neighbour Country og føroyskir granskarar kunnu luttaka í COST Actions eins og onnur luttakandi lond. COST stendur fyri European Cooperation in Science and Technology. COST var sett á stovn í 1970 og er tí væl eldri enn stuðulsgrunnarnir hjá ES-nevndini, sum t.d. Horizon Europe, men COST netverk slóða fyri og skapa góðar umsóknir um stuðul til gransking, menning og nýskapan.

Málbólkur: Granskarar úr Norðurlondum, sum hava áhuga í teimum ymisku møguleikunum, sum COST bjóðar. 

Tiltakið verður sum beinleiðis stroyming á enskum. Skrá og upplýsing um tilmelding kemur seinni.