Charlotte Ammant vann snarrøðukappingina 2026
Charlotte Ammant, ph.d. lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetirnum, vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni 2026, ið var í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin.
Snarrøðan hjá Charlotte Ammant snúði seg um eitrandi plantuæti í føroyskum sjógvi.
Dómsnevndin var samd um, at Charlotte Ammant á sera greiðan og lætt skiljandi hátt megnaði at greiða frá hesum heldur torskilda evni og vísa á vandan fyri eitran, ið stendst av árini av veðurlagsbroytingum á umhvørvið í sjónum.
Fýra luttakarar vóru í snarrøðukappingini í ár.
