Brot Ur Foroya Sogu Plakat
Skriva út
Lagt út: 26.09.2025

Brot úr Føroya søgu sum plakat

Í sambandi við Vísindavøkuna hevur Granskingarráðið gjørt eina plakat við myndum og leinkjum til nakrar av teimum mongu áhugaverdu søgunum, sum hava verið sendar í Kringvarpinum síðsta árið. Hetta er søgurnar, sum hava verið sagdar undir heitinum Brot úr Føroya søgu.

Á plakatini, sum er at finna á Svalanum í Sjóvinnuhúsinum, ber til at skanna qr-kotur og harfrá hoyra ymsu brotini. 

Tað eru søgufrøðingar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hava skrivað og lisið hesi søgubrotini. Søgufrøðingarnir eru Andras Mortensen, Hans Andrias Sølvará, Erland Viberg Joensen og Tráin Nónklett.

Kringvarpið hevur samskipað, klipt og sent brotini og síðani eisini lagt søgurnar út við myndum og teksti. Tað eru Jákup Dahl, Rúni Eysturlíð og Uni Leitisstein Hansen

Plakatin kann takast niður í pdf-sniði her 
Um onkur ynskir eitt eintak í betri upploysn til prent í stórari stødd, ber til at fáa hetta við at seta seg í samband við Granskingaráðið  

Øll ljóðbrotini úr Føroya søgu finnast á heimasíðuni hjá KVF

Fleiri ligga við teksti og myndum undir Siðsøga á KVF