Skriva út
Lagt út: 05.09.2008

Brennir tú fyri at granska?

So eigur tú at hyggja nærri at teimum nógvu møguleikunum, sum eru í Marie Curie Action.

Marie Curie Action er ein ES-fíggjað skrá, sum gevur granskarum møguleika at fremja sína gransking undir bestu umstøðum og í samstarvi við aðrar dugnaligar granskarar.

Við Marie Curie Action ber til at fáa styrk til at granska við lærdar háskúlar í øðrum londum enn tínum egna, bæði í Europa og kring allan heim.

Tað ber til at luttaka í Marie Curie Actions uttan mun til, um granskingarøkið er innan náttúruvísindi, samfelagsvísindi, búskap ella hugvísindi.