Skriva út
Lagt út: 24.09.2014

Brellbitar til oyru, eygu og munn á Vísindavøkukvøldsetu

Fríggjakvøldið verður Vísindavøkukvøldseta við fleiri spennandi innsløgum og við ymsum góðum til góman afturvið.

Leif Sørensen, kokkur, leggur út við at fortelja um hansara royndir við at fáa smakk úr føroyskum blómum. Hann arbeiðir í løtuni í køkinum á iNOVA við at gera royndir við ymsum snapsum og mildum drammum. Nógvar ymsar plantur verða royndar, millum annað apublóma, trøllakampar, grøs og tari.

Síðani fara Pál Weihe, Kirsten Eliasen og Turið Sigurðardóttir at fortelja um onkrar øðrvísi upplivingar úr teirra gerandisdegi sum granskarar.

Vit bjóða snaks úr purpurhinnu tara við tarasalti og eddikapulvuri. Taran hevur nyklakti ph.darin í tara, Agnes Mols Mortensen, fingið til vega og Ruben Busk, kokkur, ger til. Afturvið verður øl og vatn frá Føroya Bjór at fáa.

Ein stuttur filmur við dømi um sera góða miðling av gransking er eisini á skránni.

Filmurin leiður tiltakið yvir til handanina av Ársins heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking. Kl.20.30 fer dómsnevndin at avdúka, hvør fær ársins heiðursløn og 5000 kr. Dómsnevndin hevur valt móttakaran millum uppskotini, sum eru send Granskingarráðnum. Í dómsnevndini eru umboð fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið.

Aftaná verður aftur høvi at vitja básarnar hjá stovnunum eina løtu. Eisini fer Johann Mortensen at greiða eitt sindur meira frá um verkætlanina við at fáa smakk úr Føroya floru.

Tiltakið er alment.

Myndin er nýtt við loyvi frá Birgiri Kruse, sum hevur tikið hesa og aðrar til eina bloggu um verkætlanina hjá Leif Sørensen