Borgny Susonnudottir Hansen Phd
Skriva út
Lagt út: 14.10.2025

Borgný Súsonnudóttir Hansen vart ph.d. á SDU

Fríggjadagin 10. oktobur vardi Borgný Súsonnudóttir Hansen ph.d.-ritgerð sína á Syddansk Universitet.

Ritgerðin snýr seg um ávirkanin av stuttari viðgerðarseinking á ljóðgóðskuna í hoyritólum við opnari tillaging. Ritgerðin kallast: “The Effects of Short Processing Delay on Sound Quality in Open-Fit Hearing Aids: Candidacy, Preference, and Real-Life Experiences"

Borgný hevur verið innskrivað sum vinnu ph.d.-lesandi á Teknisk Audiologi við granskingareindina fyri Oto-Rhino-Laryngologi á Syddansk Universitet. Hon hevur arbeitt hjá fyritøkuni WS Audiology.

Tobias Neher, professari á Klinisk Institut, Syddansk Universitet, hevur verið høvuðsvegleiðari. Georg Stiefenhofer, Dina Lelic og Lars Dalskov Mosgaard, serfrøðingar hjá WS Audiology hava verið hjávegleiðarir.

Í metingarnevndini vóru:
Susan Scollie, professari, University of Western Ontario
Stefan Stenfelt, professari, Linköping University
Jesper Roed Sørensen, kliniskur professari, Syddansk Universitet og Odense Universitetshospital, formaður

Samandráttur

Næstan áttandi hvør dani hevur skerda hoyrn, men bert helvtin av hesum brúkar hoyritól (HA). Óviðgjørd skerd hoyrn førir ofta til sosialt einsemi, og gransking vísir, at tað kann økja vandan fyri kognitivari afturgongd og demensi. Ljóðgóðska er ein lyklapartur í nøgdsemi við og nýtslu av hoyritólum. Ein týdningarmikil faktor, sum ávirkar ljóðgóðskuna í hoyritólum við opnari tillaging, er seinkingin millum náttúrliga ljóðið og tað viðgjørda ljóðið frá hoyritólinum. Undanfarnar kanningar hava staðfest eina mestu seinking á umleið 10 millisekund (ms), sum tryggjar nøktandi ljóðgóðsku uttan at ávirka talutýðiligleikan í stóran mun. Tó er óvíst, hvussu stutt seinkingin má vera fyri at røkka bestu ljóðgóðsku og hvussu hetta ávirkar móttøku og nýtslu av hoyritólum. Hjá WS Audiology er ein framkomin hoyritólspallur nýliga mentur, sum gevur møguleika fyri hoyritólum við einari seinking uppá 0.5 millisekund.

Ritgerðin kann lesast her 

Borgný Súsonnudóttir Hansen heldur fram í post.doc.starvi hjá ORCA Labs at WSA – Wonderful Sound for All! 

Á myndini frá vinstru: Lars Dalskov Mosgaard, Tobias Neher, Borgný Súsonnudóttir, Stefan Stenfelt og Jesper Roed Sørensen  (c) privatmynd