Skriva út
Lagt út: 02.12.2020

Bóklingur um Horizon Europe

Danska Uddannelses- og Forskningsstyrelsen hevur givið út bókling um Horizon Europe.

Horizon Europe er nýggja skráin hjá ES fyri gransking og innovatión. Horizon Europe fevnir um árini 2021-2027 og avloysir Horizon 2020.

Bóklingurin lýsir bygnaðin í Horizon Europe, reglur og karmar og gevur góð ráð til umsóknina.

Sum sagt verður innleiðandi. Tær avbjóðingar og broytingar, sum heimurin hevur í dag, eru torgreiddar. Fyri at loysa tær er neyðugt við altjóða samstarvi um gransking og innovatión. Við Horizon Europe verða umleið 600 milliardir krónur settar av til endamálið komandi árini.

Bóklingurin gevur gott innlit í, hvussu ES kommisjónin fer at bjóða møguleikar og fígging til samstørv, sum fevna breitt tvørturum fakøki og landamørk.

Les bóklingin her