Skriva út
Lagt út: 06.11.2008

Bókaútgáva við føroyskari luttøku


Museum & Diversity er ein bókarøð hjá forlagnum Berghahn Books. Fjórða bind var útgivið í summar og hevur heitið Scandinavian Museums and Cultural Diversity. Katherine Goodnow og Haci Akman hava ritstjórnað bókini.

21. kapittul í bókini er skrivaður av rektaranum á Fróðskaparsetrinum, Jóan Paula Joensen, og hevur yvirskriftina "Museums and related institutions on the Faroe Islands". Endamálið við hesum bindinum er at savna umrøður og orðaskifti um fjølbroytni við støði í norðurlendska økinum.

Jóan Pauli Joensen skrivar í sínum innleggi um føroyska søgu og føroyskan samleika við serligum denti á teir ymisku stovnarnar, ið varðveita føroyska mentan.

Vitja heimasíðuna hjá forlagnum Berghahn og serligu síðuna hjá bókini: Scandinavian Museums and Cultural Diversity