Skriva út
Lagt út: 14.10.2011

Bogi Bech Jensen heiðraður

Bogi Bech Jensen hevur júst vunnið heiðurin fyri at hava bestu frálæruna fyri várhálvuna 2010 á DTU Elektro. Bogi Bech Jensen er Associate Professor í bólkinum fyri elektroniskar eindir á stovninum.

Heiðurin er grundaður á metingar frá næmingunum við støði í frálæruni í fakinum “Electrical Machines in Wind Power Systems". Millum úttalilsini vóru hesi: “tín frálæra er framúrskarandi” og “fyrstaflokks frálæra”.

Til lukku við heiðrinum.

Les meir um Boga í Heilagrunninum og á heimasíðuni hjá DTU