Skriva út
Lagt út: 24.06.2011

Børn fata tøl fyrr, um foreldur nýta stór tøl

«Eitt, tvey,» sigur tvey ára gamla barnið og peikar á mammu og babba, sum verða so errin.
Løtu seinni kemur «trý», og foreldrini gerast so erpin, at tey hóma nobelvirðislønina.

Men so einfalt er tað ikki. Fyri at duga at telja, mugu børnini fyrst av øllum skilja talvirðir størri enn trý.

– Vit meta, at tað at duga at síggja, at tú hevur 3 fólk framman fyri tær, ikki hevur við sær, at tú dugir at telja, sigur, Elizabeth Gunderson, doktorgradsstipendiat á University of Chicago.

– Tað er ikki fyrr enn barnið dugir at telja uppum trý at tørvur er á at telja, hvussu nógvir lutir talan er um, sigur Elizabeth Gunderson.

Saman við Susan Levine, professara, hevur Elizabeth Gunderson kannað hvussu fatanin av samanhanginum til tøl og veruliga virðinum verður til.

Tí tað at telja er ikki bert at ramsa tøl upp í rættari raðfylgju, men tú mást eisini duga at skilja at síðsta talið í rekkjuni, sigur tær hvussu mong tøl, tú hevur talt til. Hetta er meginreglan fyri talfatan.

Summi tøl telja meira enn onnur

Tað er stórur munur á hvussu foreldur samaskifta við síni børn, eisini tá talan er um at brúka tøl í dagligari talu.

Susan Levine, professari, hevur fyrr víst á við sínari gransking, at børn, ið tíðliga fáa kunnleika til tøl og teljing, fáa eina betri fatan av støddfrøði. Nýggja granskingin hjá Elizabeth Gunderson og Susan Levine, vísir, at tað lønar seg at brúka tølini frá fýra til tíggju og ikki bert eitt, tvey og trý.

At tosa um bólkar upp til trý, kann hjálpa barninum at læra hesi grundtøl, men tað er ikki nokk til at læra tey meginregluna, siga granskarnir Susan Levine og Elizabeth Gunderson.

Við at taka upp á sjónband samskiftið hjá foreldrunum við barnið frá, at barnið er 14 mánaðar og fram til tvey og tvey-og-eitt-hálvt árs aldur, hava granskarnir sæð hvussu ofta tey brúka tøl, bæði stór og lítil tøl.

Hetta bleiv knýtt at kanningum av talfatanini hjá børnum, tá tey nærkast fýra ára aldrinum.

Til hesar kanningar fingu børnini sjálvsagt ymisk úrslit. Okkurt mettu granskararnir kundi standast av sosialøkonomiskum status, men granskararnir sporaðu eisini nógv frávik aftur til tað talprátið, sum foreldurini høvdu havt við børnini í fyrstu tíðini. Og serliga við tølum, sum eru størri enn trý.

Tað var heldur ikki tilvildarligt í hvørjum samanhangi foreldrini brúktu tøl. Fyri at tað skuldi geva úrslit, var neyðugt, at tølini vóru knýtt at konkretum lutum, sum barnið hevði framman fyri sær.

– Prát um stór tøl frá fýra til tíggju, har barnið varð víst konkretar lutir, er orsøk til mong av frávikunum í úrslitunum, staðfesta granskararnir.

Lítið brúkt
Um sama prátið var meira abstrakt, so hevði tað ikki havt nakran málbæran týdning.

Tað hjálpir altso ikki at telja teir fýra bilarnar, sum man hoyrir fúka fram við uttan fyri vindeygað, man skal heldur leggja dent á spælibilarnar á gólvinum. Ein “high five” riggar ikki eins væl og at telja 5 fingrar.

Tíverri fyri børnini, í hvussu so er fyri teir smáu amerikanarnar, sum tóku lut í granskingarverkætlanini, so var tað henta talmøsnið við stórum tølum bert ein sera lítil partur av teimum granskaðu samrøðunum. Bert átta prosent av talprátinum var um stór tøl og konkretar lutir.

– Kortini kann hesin lítli partur standa fyri 16 prosentum av frávikunum í talfatanini, tá ið børnini eru fýra ár, sambært Gunderson og Levine.

So nú vita smábarnafamiljur hvat skal til. Tað er ikki so einfalt at uppala ein nobelprísvinnara.

Men tað skal heldur ikki so nógv til at fyrireika børnini til tey skulu byrja at læra tøl í fyrsta flokki.

Tað kann gerast uppá eitt, tvey, trý. Ella rættari sagt: Fýra, fimm, seks.

Kelda: Forskning.no