Skriva út
Lagt út: 11.05.2010

Bøn ávirkar heilan


Granskarar í Danmark hava funnið útav, at virksemið í heilanum flytist burtur frá teimum kritisku sansunum, tá trúgvandi taka ímóti bøn frá einum karismatiskum persóni.

Tað eru granskarar frá Teologiska Fakulitetinum í Århus, sum saman við starvsfeløgum frá deildini fyri Etnografi og Socialantropologi og Århus Universitetshospitali, ið hava kannað 36 sjálvbodnar persónar sum verða biðin fyri ímeðan tey liggja í einum heilaskannara. Av teimum 36 persónunum vóru helmingurin kristin, har tey flestu vóru frá hvítusunnusamkomum. Hin helmingurin vóru ikki-trúgvandi.

Biðið var fyri øllum persónunum, meðan tey lógu í einum heilaskannara. Bønina hoyrdu tey ígjøgnum oyrahátalarar. Tey fingu at vita, at seks bønir vóru sagdar av einum ikki-trúgvandi, seks av einum trúgvandi og seks av einum trúgvandi við serligum evnum til at grøða. Í veruleikanum vóru allar bønirnar bidnar av einum ‘vanligum’ kristnum persóni.

Eftir kanningina fingu allir royndarpersónarnir eitt spurnarskjal. Fyri allar persónarnar var staðfest, at teir merktu eina ávísa nøgd av karismu ella sterkari útstráling hjá tí sum bað.

Heilaskanningarnar vístu, at hjá teimum ikki-trúgvandi broyttist heilavirksemi ikki, men hjá teimum trúgvandi sóu granskararnir, hvussu heilavirksemið minkaði tess meira royndarpersónarnir trúðu uppá evnini hjá biðandi pesóninum.

Uffe Schødt, sum er partur av granskaratoyminum, sigur, at kristin niðurlaga virksemið í teimum partunum av heilanum, sum hava við tann kritiska sansin at gera, tá tey taka ímóti bøn frá einum kendum grøðara. Tað gera tey ikki-trúgvandi ikki. Hjá teimum broytist heilavirksemi ikki, hetta uttan mun til, hvønn tey lurta eftir. Úrslitini minna nógv um úrslit frá øðrum kanningum, har persónar sum fyrihalda seg til teirra elskaðu minka um virksemið í teimum somu pørtunum í heilanum.

Hendan mekanisman í heilanum er vanlig í okkara gerandisdegi, tá vit eru í samband við tey sum vit hava álit á.
- Á hendan hátt eru úrslitini frá hesi kanningini ikki umstrídd, men eru púra vanlig í okkara gerandisdegi, tá vit eru í samband við teir persónar, sum vit hava álit á, sigur Schøjdt við ing.dk.

Kelda: videnskab.dk