Skriva út
Lagt út: 06.12.2016

Blue-Action: Nýggj H2020 verkætlan

Havstovan er við í eini nýggjari H2020 verkætlan, kallað Blue-Action. Arctic Impact on Weather and Climate.

Tað er Danmarks Meteorologiske Institut, sum leiðir verkætlanina saman við Max Planck Institut í Týsklandi. Hetta er ein lutfalsliga stór verkætlan við luttakarum úr 17 ymiskum londum. Verkætlanin byrjaði 1. desembur og í tí sambandi varð tíðindaskriv sent út frá netverkinm, sum kann lesast her.

Uppgávan hjá Havstovuni í hesi verkætlan er, saman við øðrum granskingarstovnum, m.a. at kanna, hvussu broytingar í hitaflutninginum í Føroyastreyminum ávirka Arktis og at greina tað djúpa rákið tvørtur um Íslandsryggin. Hesi úrslit verða síðani nýtt at betra veðurlagsmodel, við tí endamáli at t.d. árstíðarforsagnir gerast betri.

Játtanin til føroyska partin av verkætlanin er góðar 1,6 mill. kr. Meiri er at lesa um Blue-Action her.