Skriva út
Lagt út: 09.02.2012

Bjørn Kunoy nýggja grein um altjóða rætt

Bjørn Kunoy hevur skrivað grein, ið er útgivin í seinastu útgávu av Leiden Journal of International Law (LJIL). Greinin ber heitið ”The Terms of Reference of the Commission on the Limits of the Continental Shelf: A Creeping Legal Mandate” og samandráttur av henni kann lesast her

Greinin viðgerð í hvønn mun landgrunsnevnd Sameindu Tjóða, ið er mannað av ikki-løgfrøði serfrøði, kann og/ella hevur eina skyldu at gera sáttmála tulkingar, við støði í sáttmálarætti, sum liður í uppgávu tess at gera viðmæli um hvørt strandalanda krøv til ein landgrunn uttan fyri 200 fjórðingar frá grundlinjunum eru grundaði, við støði í havrættar sáttmála Sameindu Tjóða. Greinin er grundað á eina framløgu, ið Bjørn Kunoy hevði á ráðstevnu, ið varð fyriskipað av European Society of International Law, og hildin á University of Cambridge í 2010.

Leiden Journal of International Law verður útgivið av Cambridge University Press, og telist millum leiðandi altjóðarættar tíðarritini. Les um LJIL her

Bjørn Kunoy hevur seinastu fýra mánaðarnar verið vitjandi granskari í Lauterpacht Centre for International Law, University of Cambridge.

Les meira um Bjørn Kunoy í Heilagrunninum.