Skriva út
Lagt út: 11.05.2009

Bjørn Kunoy grein í tíðarritinum Ocean Development & International Law

Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi í uttanríkisráðnum, hevur skrivað grein, ið er útgivin í seinastu útgávu í Ocean Development & International Law, 2009, vol. 40 (No. 2), ss. 131-145 (Taylor & Francis Journals). Greinin viðger hvørt 10 ára freistin, frá tí at havrættarsáttmálin varð settur í gildi fyri avvarðandi sáttmálapart at havrættarsáttmálanum, til at senda ytri landgruns framløgu sína til landgrunsnevnd Sameindu Tjóða, er galdandi fyri umstrídd øki ella ei. Heitið á greinini er: "The 10 Year Time Frame to Disputed Areas".

Ein samandráttur av greinini kann lesast her.

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, tilnevndi fyri stuttum Bjørn Kunoy at leiða samráðingarnar um ytri landgrunskrøvini norðan fyri Føroyar.

Les meir um Bjørn Kunoy í Heilagrunninum.