Skriva út
Lagt út: 17.06.2011

Bjørn Kunoy grein í havrættarbók

Hálendska Forlagið Martinus Nijhoff Publishers, Brill, hevur nýliga útgivið bók ið nevnist Selected Contemporary Issues in the Law of the Sea. Bókin er ritstjórnað av Professara Clive Symmons og telur 360 síður.

Bókin er grundað á havrættar ráðstevnu í Trinity College, Dublin, í juni 2010 og viðgerð altjóðarættar evni, ið hava serligan samtíðar havrættarligan áhuga. 15 rithøvundar hava skrivað hvør sín kapittul. Bjørn Kunoy hevur skrivað kapittul 15 (ss. 305 – 338), ið nevnist Legal Problems relating to Differences Arising between Recommendations of the CLCS and the Submission of a Particular State. Greinin hjá Bjørn Kunoy viðgerð rættarstøðuna, ið uppstendist um strandalond, ið hava ytrilandgrunskrøv, eru ósamd við niðurstøðurnar hjá landgrunsnevnd Sameindu Tjóða.

Meira um bóklingin sæst við at trýsta á her.

Les um Bjørn Kunoy í Heilagrunninum